Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Størv



Til sølu



Undan Europa League: Bara ikki Shakhtyor Soligorsk


Skrivað hevur Jákup Ósá 19.06.2017 - 10:44

Lýsing Lýs her...

Hjá KÍ er 20 prosent møguleiki fyri at fáa eitt marru lutakast. 4 av 5 liðum eru áhugaverd uppá ymiskar mátar.


Kl. 12.00 verður lutakast í Europa League. KÍ hevur í morgun fingið sín bólk at vita skilt á tann hátt, at ein veit, hvørji 5 lið eru møgulig at fáa. Marru lutakastið er uttan iva at møta Shakhtyor Soligorsk úr Hvítarusslandi. Tað er sama mótstøðulið sum NSÍ hevði í fjør. Eitt sterkt lið sum tykist vera væl omanfyri støðið hjá føroysku liðunum. Og so krevur tað nógv arbeiði at sleppa inn í Hvítarussland. Helst kunnu vit gloyma alt um at fáa eitt stórt áskoðarafylgi frá KÍ hendan dystin.


Hini liðini eru áhugaverd uppá hvør sín máta. AIK og Lyngby eru kanska í sterkara lagi, men tað er altíð spennandi at møta liðum úr Svøríki og Danmark. Føroysk lið hava fyrr klárað seg rímiliga væl móti liðum úr hesum londum. Ítróttarliga er helst ynski, at fáa antin KR ella Levadia Tallinn. Men sleppur KÍ undan liðnum frá Hvítarusslandi, so skal ein vera nøgdur við lutakastið, tí dreymalutakast fær ein sjáldan uppfylt.


Liðini sum KÍ kann møta eru hesi:

AIK (SWE) 9.945

Shakhtyor Soligorsk (BLR) 7.475

KR Reykjavík (ISL) 5.175
Lyngby (DEN) 4.800

Levadia Tallinn (EST) 4.050

Lýsing Lýs her...