Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Uppboðssølan 2017


Skrivað hevur Vørn - Fiskiveiðueftirlitið 13.07.2017 - 09:26

Lýsing Lýs her...
Fyrsta afturlatna uppboðsøla av rættindum at veiða makrel, norðhavssild og svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum 2017, verður væntandi í seinnu helvt av august

Av tí at treytirnar fyri at bjóða uppá rættindi í ár eru nógv broyttar í mun til undanfarna ár, heitir Vørn á allar eigarar av fiskifari uttan veiðiloyvi og feløg uttan fiskifar, ið hava gjørt avtalu við fiskifar undir føroyskum flaggi, at fiska keyptu kvotuna, um at lata hóskandi skjalprógv inn skjótast til ber. Hesir persónar ella feløg skulu góðkennast av Vørn, áðrenn tey kunnu bjóða á uppboðssølu.

Seinasta freist at lata neyðug skjalprógv inn er 3 vikur innan uppboðssølan verður hildin ella boð skulu latast inn. M.a. skal skjalprógvast, at feløg, persónar og eigarar av skipum lúka treytirnar í § 7 í lóg um vinnuligan fiskiskap. Harafturat skal skjalprógvast, at fiskifarið, ið skal fiska keyptu kvotuna, er undir føroyskum flaggi.

Víst verður til treytir fyri uppboðssøluni á heimasíðuni hjá Vørn: www.vorn.fo

Nærri kunning um dagfesting av afturlatnu uppboðssøluni kemur seinni.

Lýsing Lýs her...