Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Útlendingar vælkomnir viðhvørt


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 01.07.2017 - 20:37

Lýsing Lýs her...

Nýskipanin av fiskivinnuni sigur, at útlendskur ognarskapur skal ikki vera í fiskivinnuni. Men hvat avmarkar fiskivinnan seg til? Hóast allur útflutningurin hjá alivinnuni og pelagisku virkjunum eisini er fiskur, hevur Landsstýrið ongar ætlanir um at útihýsa útlendskum ognarskapi av hesum partinum av vinnuni

Uppskotið til nýskipan av føroyskari fiskivinnu leggur upp til, at ognarluturin hjá útlendingum í føroysku fiskivinnuni skal verða settur til null. Men av onkrari orsøk, sum Landsstýrið enn ikki hevur greitt frá, er ætlanin eftir øllum at døma at hetta bert skal gera seg galdandi fyri tann partin av fólksins ogn, sum hoyrir undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Teimum fyritøkunum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum varðar av, kunnu útlendingar framvegis eiga í – ella eiga 100%, um tær vilja tað.

Hyggja vit at útflutningstølunum hjá Hagstovuni, skift á vørubólkar, sæst, at samlaði útflutningurin av fiski hevur eitt virði uppá kr. 8.022.051.900 ella góðar 8 milliardir í 2016. Av hesum stóð laksurin fyri 3.661.704.400 ella 45,6%. Pelagisku fiskasløgini makrelur, sild og svartkjaftur útflyta fyri 1.573.518.400 krónur ella 19,6%.

Her sæst, at alivinnan og pelagiska vinnan standa fyri yvir 65% ella næstan tveimum triðingum av útflutningsvirðinum hjá føroysku fiskivinnuni.

“Fiskurin er ogn Føroya fólks!” – ella, ein triðingur av honum er

Tað merkisverda í hesum er, at hóast føroyski ognarluturin í fiskivinnuni verður førdur fram sum ein stórur prinsipiellur spurningur, og doyðurin er lagdur á, at fiskurin er ogn Føroya fólks, so verður grundleggjandi og avgerandi munur gjørdur á ymisku vinnugreinunum innan hesa somu fólksins ogn. Fyritøkurnar, sum standa fyri størra partinum av útflutningsvirðunum, t.e. alivinnan og pelagiska vinnan, sleppa at halda fram óbroyttar, meðan stóru prinsippini um at fiskurin er “ogn Føroya fólks” verða bert sett í verk at galda fyri umleið ein triðing av føroyska fiskiríkidøminum.

Hóast journalistarnir hjá Kringvarpinum í Degi og viku spurdu fyrst løgmann tann 26. juni, og landsstýrismannin í fiskivinnumálum tann 30. juni, sama spurning, ið var Hví kunnu útlendingar ikki eiga í JFK, tá teir kunnu eiga í Bakkafrosti?, fekk spurningurin einki greitt svar. Svarið frá løgmanni var, at tað var tí at Bakkafrost var børsskrásett (?), meðan svarið frá fiskimálaráðharranum var, at “reglurnar fyri útlendskum eigaraskapi í alivinnuni eru heilt øðrvísi enn í fiskivinnuni”. Tað er rætt, men tá ein nýskipan júst snýr seg um at broyta galdandi regluverk, er hetta svarið óskiljandi.

Er tað so, at talan í veruleikanum ikki er um prinsipp, so eigur ein spaki at verða nevndur ein spaki. So eigur tað at vera sagt, at landshúsarhaldinum tørvar so og so nógvar hundrað milliónir, og ætlanin er at draga tær úr fiskivinnuni á sjónum, uttan at nevna stór prinsipp sum “rættindi til ogn Føroya fólks” fyri síðani bert at lata ásetingarnar galda fyri ein triðing av vinnuni, ið virðisøkir ogn Føroya fólks.

Ávaringarklokkur

Nú farast skal undir 2. og 3. viðgerð av fiskivinnunýskipanini hava fleiri ávaringarklokkur kimað. Fleiri av hesum ringiklokkum hava ringt fyri útlendska ognarlutinum í føroysku fiskivinnuni. Bank Nordik hevur greitt frá, at “Avgerðin at útiloka útlendskum kapitali fer ikki at gagna Føroyum, og hon sendir eitt keðiligt tekin til umheimin um eitt ivasamt politiskt støðufesti í Føroyum.”, og væntar tað verða truplari at fáa fígging til vinnuna undir nýskipanini, meðan føroyska Fíggjarmálaráðið hevur ávarað um, at ætlanin hjá Landsstýrinum “kann ávirka umdømi Føroya sum íløguland” og “Føroyar standa eftir sum ein stirvin og skrivisligur kapitalmarknaður” (Dagur og vika, 30.06.2017). Sum grundgeving fyri hesum sigur Fíggjarmálaráðið, at tá útlendski ognarluturin er burturi, kann vinnan rætt og slætt standa eftir við at mangla kapital.

Eftir øllum at døma er líkt til, at meðan uttanríkis- og vinnumálaráðharrin væl sær positiva týdningin av at hava útlendskan ognarskap í alivinnuni og pelagisku vinnuni, og tí onga ætlanir hevur um nakra útihýsing úr hesum partinum av ogn Føroya fólks, sær fiskimálaráðharrin framvegis ikki óhepnu avleiðingarnar av, at útlendski ognarluturin í føroysku fiskivinnuni annars verður minkaður niður á null. Men tað er ikki tí at ávaringarnar úr føroyska fíggjarheiminum hava skortað.

Samanumtikið er tað ein margháttlig støða, at ímeðan fiskimálaráðharrin ger alt fyri at útihýsa útlendskum ognarskapi úr sínum málsøki, so er uttanríkis- og vinnumálaráðharrin í Kina fyri at lata upp fyri føroyingum. Spurningurin er um tað rættasta ikki hevði verið at alt føroyska náttúrutilfeingið varð savnað undir sama aðalráði.

Lýsing Lýs her...