Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Útoyggjastevna í summarveðri á Húsum


Skrivað hevur Oliver Joensen 17.06.2017 - 20:23

Lýsing Lýs her...

Skipa var fyri útoyggjastevnu á Húsum í ár. Hetta er fyrsta ferð at stevnan hevur verið fyriskipað á Húsum, síðani Húsa Kommuna legði saman við Klaksvíkar Kommunu. Tí var tað borgarstjórin í Klaksvík, ið setti stevnuna hesaferð.

Norðlýsið var á stevnuni seinnapartin í dag, tá stevnan bleiv sett. Veðrið var sera gott og undirhaldið á stevnuni tað sama. Men tað tóktist sum um at stevnurnar hjá útoyggjafelagnum áður hava havt meira innihald enn hesaferð, tað sæst eisini aftur í skránni, ið var løgd frammanundan. Men hetta var ein góður dagur og fólk hugnaðu sær. Niðanfyri kann røðan hjá Jógvani Skorheim lesast og afturat tí nakrar myndir frá í dag:

Góðan dag, øll somul

Tað er mær ein heilt serlig gleði at sleppa at seta hesa útoyggjastevnuna, tí hetta er hin fyrsta í oynni, síðan Húsa Kommuna og Klaksvíkar Kommuna gingu saman í eitt.

Við samanleggingini eru allar bygdirnar í Kalsoynni nú partur av Klaksvíkar kommunu.

Hetta hevur longu víst seg at vera gevandi fyri allar partar, og tað kunnu vit sjálvandi øll fegnast um.

***

Útoyggjarnar hava nógvar fjepparar, bæði føroyskar og útlendskar.

Hjá nógvum føroyingum er tað helst, sum hjá mær, ættarbondini, sum geva ein serligan tokka til ávísar oyggjar og bygdir.

Omma, abbi og abbabeiggi búðu á Trøllanesi, hon var av Húsum, og pápi abba – langabbi – var av Syðradali.

Ommubeiggi, Palli “norðuri í stovu” búði á Húsum, meðan tilknýti til Mikladal, hevði nógvar streingir, sum bæði høvdu streingir til abba á Trøllanesi og ommu mínari úr Klaksvík.

Tí kennist tað heimligt og hugnaligt at koma í Kalsoynna, tí her eigi eg bæði familju og ómetaliga nógv góð minnir.

Tað er lov at vera nostalgiskur, og tí eru løturnar hjá mær, í oynni, altíð serstakar. Tí eg minnist barnaárini og ungdómsdagarnar, tá eg lærdi at fleyga, gekk á fjall, fekk pannukøkur á rættina, flettu bein, vaska vembur í ánni, spædu pikk ella gevi minir í bygdini og øll tey vinabondini, ið vóru knýtt.

Hjá øðrum er tað øðrvísi.

Tey hava kanska slett onki tilknýti til oynna, men nettupp tað ger tað eksotiskt og spennandi at vitja á útoyggj.

Sum heild eru føroyingar blivnir glaðir fyri at ferðast í egnum landi, og hetta sæst serliga aftur á útoyggjunum, sum eru væl vitjaðar.

Og so er tað sjálvandi restin av fjepparaskaranum.

Útlendsku ferðafólkini, sum í hópatali koma til Føroya at uppliva tiltikna vakurleikan og blíðskapin, sum verður marknaðarførdur sum bæði óspiltur og ótrúligur.

***

Ferðavinnan er nevniliga vaksandi. Sjálvandi, hvør veit tað betur enn tit, sum dagliga taka ímóti teimum vitjandi?

Tit, sum vísa teimum veg, lána teimum vesið og bjóða teimum inn at kroka frá vindi og regni.

Tykkara blíðskapur er vorðin eitt føroyskt vørumerki, sum vit sum ferðavinnuland kunnu vera errin av.

Men tað er ongin loyna, at vaksandi ferðavinnan hevur avbjóðingar við sær.

Sum ferðamál mugu vit í felag virka fyri at menna okkara tilboð og tryggja lokalum veitarum best møguligar umstøður at virka undir.

Og í tí arbeiðnum eru útoyggjafelagið og øll tit, ið liva og virka á útoyggjunum, lyklaleikarar.

Kalsoyggin er longu eitt av okkara bestu tilboðum, tá ið vit tosa um ferðavinnu.

Á Norðoya Kunningarstovu veit eg, at tey eru glað fyri at kunna vísa vitjandi á møguleikarnar her í oynni, tí her kunnu tey uppliva “allan pakkan” so at siga.

Her er gott ferðasamband, góðar umstøður, forkunnugar upplivingar, einastandandi vøkur náttúra.

Og so ikki at gloyma, blíðir kalsoyingar, sum duga væl at taka ímóti og greiða frá.

Oyggin er tí eitt ómetaliga gott dømi um, hvussu stórir møguleikar eru á útoyggj, og tí eiga vit at brúka hana sum íblástur til, hvussu vit framhaldandi kunnu menna og optimera vinningin í vaksandi ferðavinnuni.

***

Men útoyggjastevnan snýr seg sjálvandi ikki bert um ferðavinnu. Hetta er eisini ein dagur, ein tiltrongdur dagur, har vit hugsavna okkum og dyrka lívið á útoyggj.

Eitt frálíkt høvi hjá oyggjabúgvum úr øllum ættum at hittast til álvara og gaman.

Og ein upplagdur møguleiki fyri at seta sjóneykuna á tær av okkara oyggjum, sum eru ríkari í upplivingum og møguleikum, enn í íbúgvum.

Eg vil at enda takka tykkum, sum stíla fyri, vísa fram og ganga á odda. Túsund takk fyri tykkara risastóra arbeiði.

Góða útoyggjastevnu, øll somul

Lýsing Lýs her...