Mentanardagar í Sunda kommunu

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Vælkomin á Summarfestival


Skrivað hevur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu 10.08.2017 - 18:36

Lýsing Lýs her...

Býurin og bøurin eru til reiðar at leggja gras til Føroya størsta tónleikatiltak, og aftur í ár gleða vit okkum at taka væl ímóti øllum – stórum sum smáum, heimsstjørnum sum trúføstum festivalgestum

Eitt er, at hittini hittast á Summarfestivalinum, men umframt at geva okkum fantastiskar og forkunnugar konsertupplivingar, er Summarfestivalurin eisini eitt gott høvi at gera vakran enda á hægstu summartíðini, sum bjóðar okkum tiltøk í hópatali.

Hóast Summarfestivalurin hevur nógv ár á baki, hava fyriskipararnir við hepnari hond megnað at syrgt fyri, at tiltakið framhaldandi er í menning, og tað eiga teir stóra og hjartaliga tøkk fyri. Í ár er enn eitt stórt fet tikið við nýggja tiltakinum Summarvika. Skráin til Summarvikuna hevur verið eins fjølbroytt og spennandi sum sjálv festivalskráin, og sjálvur havi eg notið hendan nýggja og stuttliga partin av festivalinum, sum vónandi er komin fyri at vera.

Tað er mín vón, at vit øll minnast til at ansa eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum, at vit fáa enn ein fantastiska góðan festival.

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar á Summarfestival.



Lýsing Lýs her...