Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Vælveruøki í Svimjihøllini ávegis


Skrivað hevur klaksvik.fo 14.11.2017 - 17:00

Lýsing Lýs her...

Farið verður nú undir vælverudepil við gosbað, dampbað og infrareyðari saunu í Svimjihøllini. Sáttmálin við veitarar varð undirskrivaður í dag og arbeiðið byrjar sum skjótast

Klaksvíkar svimjihøll er millum best umtóktu og vitjaðu støðini í Norðoyggjum og seinastu árini er populariteturin vaksin í tráð við, at dagføringar og umvælingar líðandi eru framdar í svimjihøllini. Næsta fet á vegnum er vælverudepilin, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu komandi summar.

Saman við Signhild V. Johannesen, forkvinnu í Mentanarnevndini og Torkil Mørkøre, leiðara í svimjihøllini, hitti Jógvan Skorheim, borgarstjóri veitararnar til undirskriving av sáttmála um arbeiðstøku í dag. Arbeiðið við vælverudeplinum byrjar tí sum skjótast og verður eftir ætlan liðugt á sumri 2018.

- Svimjihøllin er eitt ómetaliga gott og vælumtókt tilboð, sum hevur rættilga nógv vitjandi hvørja viku, og við nýggja vælveruøkinum verður samlaða tilboðið uppaftur betri. Samspælið millum gosbað, heilsuklivar, infrareyða saunu og pottar við eitt nú køldum vatni ger eisini umstøðurnar serstakliga góðar fyri eitt nú úrvalsítróttafólk og onnur, sum vilja forkela seg sjálvi. Á langtíðaríløguætlanini hjá Býráðnum eru eisini pengar settir av til umvæling av hyljunum í svimjihøllini, so har verða dagføringar framdar líðandi, og eg eri fullvísur í, at tað hevur nógv at siga fyri trivnaðin og menningarmøguleikarnar á ítróttar- og frítíðarøkinum yvirhøvur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Frammanundan eru nýggjar saunur í báðum skiftingarrúmum, men hesar eru siðbundnar dampsaunur við koli, meðan saunan í nýggja vælveruøkinum verður hitað við infrareyðari hitatøkni eins og vit kenna tað frá heilsuklivunum, sum eru í svimjihøllini frammanundan.

Verkætlanin í stuttum:
Vælverudepil í Klaksvíkar svimjihøll
Gosbað, infrareyð sauna, brúsuumstøður og øki til pottar
Kostnaðarætlan: góðar 3 milliónir
Tíðarætlan: klárt at taka í nýtslu á sumri 2018

Arbeiðstakarar: Norðhús, Aquaplan, JP-EL og Signar Kallsberg

Lýsing Lýs her...