Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Vágsbø ella Vágsbø (i)


Skrivað hevur Betta á Dalinum 12.08.2017 - 14:52

Lýsing Lýs her...

Fyri nøkrum árum síðani varð kjakast, um rætt var at friða Gerðabø ella ikki, og í tí sambandi hoyrdi eg nakað, sum eg ikki hevði hoyrt áður, tí onkur helt fyri í fjølmiðlunum, at tað er vakurt og frítt á Gerðabøi

Seinni hoyrdist tað sama, tá ið talan var um Summarfestivalin á Vágsbø. Tá ljóðaði, at hýrurin er góður á Vágsbøi.

Hetta ljóðaði so skeivt fyri mær og skurraði í oyrunum, tí eg hoyrdi fyri mær tey eldru, ið kundu taka nakað soleiðis til: “Nú er ein maður farin at velta yviri á Gerðabø.” (ikki bøi) ella: “Ein veðrur gongur á Vágsbø.” (ikki bøi).

Fyri nøkrum árum síðani ringdi eg til ein kendan, málkønan persón og spurdi hann, hvat ið var rættast at siga.

Hesin segði mær, at reglan er, at tá ið talan er um staðarnavn, sum hevur við “bø” at gera, so er einki “i” í endanum í hvørjumfalli.

Persónurin nevndi tvey dømi: Ein bygd eitur Bøur, men vit sigi ikki, at nakar býr í Bøi. Nei, vit siga, at tey búgva í Bø ella eru ættað úr Bø. Tað sama er galdandi fyri Kirkjubø. Eingin sigur, at tað er vakurt í Kirkjubøi, men tað er vakurt í Kirkjubø, ella tey eru úr Kirkjubø o.s.fr.

Er talan um bø, sum ikki er staðarnavn, er bæði og bøi loyvt í hvørjumfalli, fekk eg at vita.

Sostatt er rættast at siga, t.d.: Tað er vakurt á Gerðabø, bóndi býr á Gravarbø, tey hoyggja á Uppsalabø, og Summarfestivalurin verður hildin á Vágsbø (ikki bøi).

Nú kann onkur halda, at tað kann gera tað sama. Bara øll skilja, hvat vit siga, so hevur tað ongan týdning, um eitt orð endar við i ella ikki, men eg havi mangan hoyrt, at skulu vit varðveita okkara kæra móðurmál og ansa eftir, at tað ikki skeiklast, so eiga vit at minna á og rættleiða - serstakliga tá ið okkurt verður skeivt borið fram í fjølmiðlunum, tí tað hevur stóra ávirkan.

Fyri hvørt árið, sum Summarfestivalur hevur verið hildin, havi eg hoyrt hetta oftari og oftari, og nú er tað heilt vanligt, at sagt verður: á Vágsbøi, har tað eigur at vera á Vágsbø, og hetta argar meg so mikið, at eg kann ikki halda mær longur men noyðist at koma við einari viðmerking um hetta, hóast eg als ikki eri serfrøðingur í føroyskum máli. Sjálv dámar mær væl, tá ið onkur rættar meg í sambandi við móðurmálið.

Hetta var bara ein lítil, vinalig rættleiðing, og so er at vóna, at øll, sum vóru á Summarfestivalinum, hugnaðu sær á Vágsbø.


Lýsing Lýs her...