Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Várkonsertir við Tórshavnar Kamarkóri


Skrivað hevur Tíðindaskriv 19.05.2017 - 11:56

Lýsing Lýs her...

Nú um vikuskifti fer Tórshavnar Kamarkór at hava sínar árligu várkonsertir. Á skránni er millum annað tvær motettir eftir J. S. Bach, Jesu meine Freude og Komm Jesu Komm, ið verða framførdar saman við strúkarum

Konsertirnar verða í Fuglafjarða Kirkju leygarkvøldi kl. 19.00 og sunnudagin kl. 16.00 í Vesturkirkjuni. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Eitt sindur um kórið:

Tórshavnar Kamarkór er kór undir Tórshavnar Kvøldskúla við 31 sangarum. Kórið hevur lagt seg eftir at syngja nýggjari føroyskan kórtónleik og avbjóðandi útlendskan tónleik. Kórið er sera virki, bæði her heima og uttanlanda og hevur luttikið á einari røð av konsertum í Føroyum, Europa og USA.

í 2016 vann kórið FMA virðisløn fyri "Besta bólk/kór" í "Opnum bólki" og í 2015, 16 og 17 vann kórið prís fyri bestu framførslu á kórfestivalinum, sum Kórsamband Føroya skipar fyri. Í mai 2016 luttók í eini altjóða kórkapping í Cork í Írlandi, við góðum úrsliti. Seinasta framførslan var fyri Íslendska forsetanum og gestum til veistludøgverða á Hotel Føroyum.

Lýsing Lýs her...