Black Friday

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Veitslan, ið ikki vil enda


Skrivað hevur Jóhann Lützen 16.08.2017 - 16:00

Lýsing Lýs her...

Summarfestivalurin er valla liðugur, so fara Sjómannadagarnir nú av bakkastokki. Bæði tiltøkini hava fingið hvør sínar uppvarmingardagar, so veitslan í Klaksvík nú varir at kalla tvær vikur út í eitt. Fokusið skiftir tó nakað, frá at fagna tónleikinum til at fagna sjómanninum


Hóast leygardagurin er sjálvur Sjómannadagurin, og meginparturin av øllum tiltøkunum liggur har, er størsta einstaka tiltakið helst Fiskivinnutingið 2017, ið verður í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld kl. 19. Her hittast allir sjey floksformenninir í politisku flokkunum at skifta orð um okkara høvuðsvinnu, bæði sínámillum, men ikki minst við meiniga borgaran og fiskimannin. Norðlýsið stroymir politiska nevaleikin á nordlysid.fo kl. 19. 

Stórur spenningur liggur í luftini frammanundan kvøldsins tiltaki. Ein spurningur, sum tey flestu, ið fylgja við í politikki og fiskivinnu, seta sær, er um semja er millum teir tríggjar samgonguflokkarnar um fiskivinnupolitikkin. Politikararnir halda kortini tætt inn at kroppinum, og gera sítt til at kyrra, men ivaleyst fara fleiri áhoyrarar at seta spurningar, ið kunnu geva eina ábending um, hvussu veruliga sær út.

Hósdagin verða tvey tiltøk í Svimjihøllini, og fríggjadagurin býður so uppá fiskikapping og vatnkríggj, ið eru vorðin tvey av teimum heilt stóru tiltøkunum á Sjómannadøgunum. Einki bendir á at hesi fara at standa nakað aftanfyri undanfarin ár.

Leygardagurin er sjálvur Sjómannadagurin. Dagurin byrjar longu klokkan 9, tó at formliga setanin er kl. 10:45, har borgarstjórin fer at bjóða vælkomin og fiskimálaráðharrin setir dagin. Fleiri framsýningar, bæði á landi og umborð á skipum, lata upp kl. 11 og verða opnar til út á seinnapartin.

Ongum nýtist heldur at ganga svangur á Sjómannadegnum. Risarnir í føroysku fiski- og alivinnuni, JFK, Christian í Grótinum og Bakkafrost, bjóða ávikavist fish & chips, makrel og laks, borðreitt á forkunnugar hættir. Sjómannadagurin sjálvur bjóðar samstundis feska grind; tvøst, spik, eplir og sterkan sinnopp. Óansæð hvønn sjómat einum dámar best, ella um ein vil royna allar rættirnar, er alt púra ókeypis.

Tað verður ov rúgvusmikið á hesum plássi at nevna alt í skránni, so nóg mikið man vera at siga, at skráin væl og virðiliga stendur mát við skránna undanfarin ár. Punktummið verður sett í Christianskirkjuni sunnudagin, har Føroya biskupur hevur sjómannaguðstænastu.

Føroya Sjómannadagur er fyrst og fremst eitt tiltak til heiðurs fyri føroyska sjómanninum. Tiltakið er ópolitiskt í tann mun, at eitt ynski um at vísa politikarunum á tann ovurstóra týdningin, sum sjómaðurin og fiskivinnan hava fyri føroyska samfelagið, er tað einasta politiska, sum fyriskipararnir leggja fyri dagin. Restin snýr seg um at heiðra fiskimannin á ein virðiligan og uppibornan hátt.

Øll tiltøkini eru ókeypis og rúsfrí. Hetta seinasta skal ikki skiljast soleiðis, at nakar fer at kanna eftir, hvat gestirnir hava í gløsunum, tá náttin nærkast. Øll eru vælkomin, og royndirnar vísa, at gestirnir duga framúr væl at gera dagarnar læruríkar, stuttligar og til ein sømiligan fagnað av føroyska sjómanninum.

Norðlýsið ynskir øllum vælkomnum á Sjómannadag(ar)!

Lýsing Lýs her...