Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Venjarin hjá Stjørnuni hevur gott mót


Skrivað hevur Jákup Ósá 14.09.2017 - 00:16

Lýsing Lýs her...

Danski venjarin Per Klarup fer í gongd við sítt næsta kappingarár í Klaksvík.


Í fjør byrjaði Stjørnan av nýggjum við nýggjari leiðslu og nýggjum venjara. Tá vóru bara lokalir leikarar, og liðið var sera ungt. Tað merktist fyrstu dystirnar, tá Stjørnan legði rygg til fleiri stórtap. Men liðið mentist, og sum fráleið fekk liðið fleiri góð úrslit og gav teimum flestu mótstøðuliðunum dygga mótstøðu.


Nógv betri fyrireikingar í ár

Per Klarup letur væl at fyrireikingunum í ár.

- Vit eru byrjaðar nógv fyrr at venja. Vit vandu í mai og juni við fysiskari venjing og so aftur í august. Í september byrjaðu vit við venjingum í høllini. Harafturat hava vit havt venjingarlegu í Danmark, har vit høvdu nakrar sera góðar venjingar og leiktu tríggjar góðar venjingardystir. Vit vóru 21 leikarar á venjingarleguni, og tað gav eisini nógva góða sosiala samveru. Øll hendan venjingin, sum er nakað nýtt í Stjørnuni, hevur higartil givið nakrar broytingar í okkara spælimøguleikum, sum so skal gera, at vit kunnu røkka okkara málsetningi. Hópurin er tann sami, men vit hava fingið tilgongd av trimum málverjum. Vit eru ikki heilt har uppi, sum vit vóru móti endanum av kappingini í fjør, men væl á veg og tætt við, sigur Per Klarup við Norðlýsið.


At enda spurdu vit, hvør málsetingurin er fyri komandi ár.

- Málsetningurin fyri komandi kappingarár er at fáa fleiri stig enn síðsta ár, sigur Per Klarup. Síðsta kappingarár fekk Stjørnan 7 stig.


Stjørnan spælir sín fyrsta landskappingardyst sunnudagin í Klaksvík móti Neistanum. Dysturin byrjar kl. 15.00. (bæði heimavøllur og klokkutíð broytt frá tí, sum stóð fyrr í vikuni)

Lýsing Lýs her...