Lutherdagar

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Venjing í Leirvíkartunlinum


Skrivað hevur Tíðindaskriv 22.09.2017 - 09:33

Lýsing Lýs her...
Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Leirvíkartunlinum seint seinnapartin í dag

Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum.

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Sløkkiliðið í Eystur kommunu, Politiið og Sjúkraflutningstænastan. Harafturat vóru eisini eygleiðarar við fyri teir ymisku innsatspartarnar.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, fer nú gjøgnumganga eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.

Hesir stóðu fyri venjingini: Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Martin Berg , Politiið, Hans Jákup Simonsen og Hjalgrím Andreasen, Heilsuverk Føroya og Jákup N. Olsen, Landsverk.

Lýsing Lýs her...