Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Verkfrøðingur, maskinmeistari ella líknandi til Framleiðsludeildina


Skrivað hevur Landsverk 15.06.2017 - 23:39

Lýsing Lýs her...

Kundi tú hugsað tær at verið við til at tryggja dygdargóða føroyska framleiðslu av gróti, skervi og asfalti? So hevur tú nú møguleikan at søkja starv hjá okkum.

Landsverk sóknast eftir fólki við tekniskum innliti at taka sær av fjølbroyttum arbeiðsuppgávum á Framleiðsludeildini.

Høvuðsuppgávan hjá deildini er framleiðsla og søla av skotnum og knústum gróti, skildum og óskildum skervi og asfaltblandingum.


Arbeiðsøki
Talan er um spennandi starv, har tú fært ábyrgd av fleiri ymiskum uppgávum innan tekniska økið, sum til dømis:

  • Planlegging og annað í sambandi við framleiðslu av skervi og asfalti
  • Skipan av viðlíkahaldi av asfalt- og skervverkunum
  • Íverksetan og stýring av verkætlanum á Framleiðsludeildini


Førleikakrøv
Tú hevur tekniska útbúgving sum t.d. maskinmeistari ella verkfrøðingur, hevur gott tekniskt innlit og góðar KT-førleikar.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og vænta vit tí, at tú ert arbeiðssom/samur, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, er ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum, og gevur títt íkast til menning av arbeiðsplássinum.


Setanartreytir

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður verður á skrivstovuni í Tórshavn, men arbeitt verður kring landið.

Umsóknarfreist: 7. juni 2017.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo

Lýsing Lýs her...