Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Video: - Eg standi til øll hava fingið


Skrivað hevur Jóhann Lutzen 19.08.2017 - 15:56

Lýsing Lýs her...
Hanus Hansen, stjóri á JFK serverar aftur í ár Fish & Chips portiónir í heimsklassa til svongu gestirnar á sjómannadegnum

Norðlýsið fekk orðið á Hanus Hansen í øllum Fish & Chips vásinum, nú JFK fyritøkan spennir seg út og bjóðar øllum dygdargóðan tosk frá Gadus. Afturvið fáa fólk sodavatn frá Føroya Bjór. Alt ókeypis. Hanus sigur at hann ætlar sær at standa til øll hava fingið. 

"Crisp on the outside, fluffy on the inside" er loyndarmálið, siga teir báðir Gavin og Craeg frá matstovuni Papas Barn í London. Teir byrjaðu tíðliga í morgun og hava, umframt allar portiónirnar í dag, gjørt portiónir til Røktarheimini og onnur. 

Umframt Hanus, Gavin og Craeg eru fleiri starvsfólk í JFK fyritøkuni, sum gera sítt til at øll kunnu fáa sær mettuna. Heilt fantastiskt!

Sí stuttu samrøðuna við Hanus Hansen niðanfyri. 


[vimeo=http://vimeo.com/230270562]


Lýsing Lýs her...