Elding

Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Video: Soleiðis er stemningurin millum KÍ-HB


Skrivað hevur Nordlysid 18.05.2017 - 00:20

Lýsing Lýs her...

Seinnapartin komandi sunnudag verður størsti klassikarin í føroyskum fótbólti spældur við Djúpumýru í Klaksvík, tá ið KÍ og HB bresta saman. Sum eina upptakt hava vit funnið fram eina upptøku frá dysti millum liðini í 2013.


Til ein av dystunum í 2013 bleiv ein video samandráttur gjørdur av, hvussu stemningurin er, tá KÍ og HB bresta saman í Klaksvík.


Tá var talan um stórdyst, tí HB lá nummar 1 og KÍ nummar 2 undan dystinum, sum var leiktur í 7. umfarinum. Vinnarin legði seg á odda í kappingini. HB vann dystin 4-3 eftir at Kí var á odda bæði 2-0 og 3-2. Avgerandi málið skoraði Fróði Benjaminsen í 84. minutti.


Fuglfirðingurin Oddur á Lakjuni gjørdi nakrar upptøkur av stemninginum og áskoðarunum hendan dystin. Tær kunnu síggjast niðanfyri.



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=_WqOkiE9Q6E]


Lýsing Lýs her...