Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Viðmerking til Oddbjørn Vágslíð


Skrivað hevur Gunvá við Keldu, Býráðslimur og fyrrverandi borgarstjóri 02.09.2017 - 15:38

Lýsing Lýs her...

Ætli ikki at fara í kjak við Oddbjørn Vágslíð, í sambandi við grein mína um óljóð og útlát frá skipaferðsluni í Klaksvík. Má tó koma við nøkrum rættleiðingum og viðmerkingum til grein hansara

Fyrst er at siga, at eg sat fýra ár sum borgarstjóri, tað var frá 1. januar 2009 til 31. desember 2012 og havi tí ikki verið beinleiðis inni í málinum síðani 2012. Oddbjørn Vágslíð vísir til eitt bræv hann fekk frá mær í 2009, har sagt varð, at nú skuldi steðgast á og onki meiri skuldi gerast fyrrenn onnur boð vórðu givin. Tvinnar orsøkir vóru til hetta, ein var, at tá ið eg tók við, var kommunan komin í svárar fíggjarligar trupulleikar, tí máttu nógv arbeiði steðgast, onnur orsøkin var, at politisk semja var ikki um hvussu farast skuldi víðari fram.

Tað var drúgt brævaskifti og nógvir fundir ímillum Klaksvíkar Kommunu og Oddbjørn Vágslíð øll fýra árini eg sat sum borgarstjóri. At Oddbjørn sigur seg onki hava hoyrt síðani, harmar meg, men kann eg ikki ábyrgdast hesum, tá nýggj býráðsleiðsla tók við 1. januar í 2013. Tað kann hugsast, at nýggja býráðsleiðslan hevur havt aðrar ætlanir um hvussu málið skuldi loysast.

Norðhavnin
Ein av fyrstu uppgávunum eg fekk sum borgarstjóri í 2009, var at taka seinastu útbyggingina av Norðhavnini í nýtslu. Sum Oddbjørn Vágslíð nevnir, var henda útbygging framd við alternativari fígging. Uttan hesa fígging, var útbyggingin ikki møgulig. Útbyggingin er komin ógvuliga væl við hjá kommununi og vinnulívinum. Hetta hava vit sæð við øktari skipaferðslu og nógvum avleiddum vinnum.

At hesin parturin av útbyggingini eltekniskt ikki er framdur á besta hátt, fari eg ikki at mótsiga einum fakfólki. Hinvegin gjørdi útbyggingin, at øll skip, sum sigla uppá Føroyar, nú kunnu leggja at Klaksvíkar Havn. Grunda hesa menning, eru vansarnir øktir og tí havi eg sent uppskot um viðgerð av útláti og larmi, til Havna- og Vinnunevndina, so hetta mál formelt kann koma fyri nevnd og býráð. Hetta er umráðandi, serliga nú størri útbygging av Norðhavnini stendur fyri.

Skeiv adressa
Oddbjørn Vágslíð nevnir eisini bræv, ið er sent 19. mai 2016 frá SEV til Klaksvíkar Kommunu, um støðuna á Kósabryggjuni. Fari at heita á Oddbjørn Vágslíð um at venda sær til býráðsleiðsluna fyri at fáa at vita hvat er hent í hesum máli. Sum sagt so var mín borgarstjóraseta frá 2009 til 2012.

Tað er møguligt at eg gjørdi ov lítið við at loysa avbjóðingarnar við el-skipanini hjá Klaksvíkar Havn. Sigast skal tó, at í fíggjarligu trongu tíðunum sum vóru tá ið vit tóku við, varð neyðugt við dyggari fíggjarligari raðfesting í eina tíð og harafturat var avbjóðingin við óljóði og útláti ikki so stór, sum hon er vorðin og fer at vera av øktu ferðsluni.

Nú eru hálvfimta ár gingin, síðani nýggj býráðsleiðsla tók við og eg slepti sum borgarstjóri, so tíð hevur verið til at gjørt nakað við málið um ynski var um tað.

Oddbjørn Vágslíð skal ikki bróta svøvn um mín svøvnfrið, tí sigast skal, at tað eru nógv húsarhald ið eru verri fyri enn eg í sambandi við óljóð og útlát, tí er tað umráðandi at hetta veruliga verður tikið upp í býráðshøpi, tí hetta er ábyrgdin hjá Klaksvíkar Kommunu.


Lýsing Lýs her...