Úr myndasavninum



Úr videosavninum



Kunngerðir



Hús og heim



Til sølu



Merkisdagar og minningarorð



Vikuskiftisveðrið


Skrivað hevur Hanus Kjølbro 18.08.2017 - 12:25

Lýsing Lýs her...

Veðrið er ikki gott allasteðs í Norðurevropa. Yvir Danmark sæst ein kuldabrúgv við nógvum regni og torusláttri. Eisini í Finnlandi er vátt og í Miðsvøríki. 

Sjómannadagar eru í Klaksvík í vikuskiftinum. Nógvir uttandura aktivitetir eru á Vestaru Bryggju. 

Veðrið hetta vikuskiftið verður myndað av einum lágtrýsti, sum á middegi í dag – fríggjadag – er statt skamt vestan fyri Føroyar. Lágtrýstið er veikt – 994hPa – tí er ikki nógvur vindur rundan um tað. Eystan fyri lágtrýstið er lágætt – hana hava vit merkt í dag, í gjár og fyrradagin. Vestan fyri lágtrýstið er høgætt, og hana fara vit at kenna einaferð seint í kvøld, tá ið lágtrýstið er farið eysturum. 

Eftir at lagtrýstið er farið eystur um okkum, fer tað spakuliga at doyggja burtur í onki, og lufthavið fer at vera ógvuliga stilt.

Í dag gongur ættin úr landsynningi og upp ímóti norði. Lítil vindur allan dag, 3 til 7 m/s og turt mestsum allasteðs í Føroyum

Høgættin liggur allan morgin – einir 5 til 10 m/s úr vesturhallum norði. Ælingar kunnu væntast allan dagin. Í annaðkvøld verður turrari.

Sunnudagin minkar vindurin niður í 3 til 7 m/s úr útnyrðingi, og tað verður turt allan dagin.

Mánadagin verður stilt – kanska ein lítil ond úr ymsum ættum – og turt.

Gott vikuskifti og góðan sjómannadag.

Lýsing Lýs her...